- Tíðindi, mentan og ítróttur
Glenn Larsen nýggjur leiðari í Faroese Music Export
Faroe Music Export (FMX) fingið nýggjan leiðara, og hann er norðmaður og eitur Glenn Larsen.
Sambært stýrinum í FMX, so kennir Glenn Larsen Føroyar og tónleikalivið sera væl.
Glenn Larsen var fyrstu ferð í Føroyum í 2016 við norska Highasakite i 2016.
Hann var her sum internationalur gestur hjá Faroese Music Awards (FMA) í 2019 og hevur seinastu árini haft stórt tilknýti til Føroyar og føroyskt tónleikalív.
Egna umboðsstovu
Glenn Larsen hevur rikið egna umboðsstovu, Indianer Management A/S, í skjótt 13 árum, og hevur hann verið umboðsmaðurin hjá altjóða og virðisløntum tónleikarum/bólkum sum Highasakite, Pom Poko, Amanda Tenfjord, Siv Jakobsen og fleiri afturat.
Gjønum sítt virkið innan tónleikavinnuna, so hevur Glenn Larsen skipað fyri tónleikaútflutningi til Skandinavia, Europa, USA, Asia og Australia, umframt nakað í Suðuramerika.
Glenn situr eisini i Norsk Kulturråd fyri tónleik, og kennir væl til bæði politiskt og listarligt arbeiði.
Hann hevur arbeitt tætt saman við aktørum sum Music Norway, NOMEX, bókingfeløg/agentar, plátufeløg, útgávufeløg, festivalar, tónleikaadvokatar, stuðulsskipanir og PR-vinnu.
Glenn er glaður
"Eg eri sera fegin um at at hava fingið hetta álitisstarv sum leiðari í FMX í Føroyum. Eg havi seinasta árið ikki bara lært tónleikin og tónleikaumhvørvið at kenna, men eisini knýtt bond við fleiri góð fólk her á landi. Tónleikaumhvørvið í Føroyum er ótrúliga ríkt, og eg gleði meg at arbeiða saman við tónleikarunum og felagsskapum her og út um landamark," sigur Glenn Larsen, sum also verður nýggjur leiðari í FMX.
Í stýrinum fyri FMX eru Gissur Patursson, Unn Paturson, Mikael Blak og Gunn Hernes.