- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fíggjarlógin samtykt
Samgongan stóð saman um fíggjarlógina fyri 2022, sum varð samtykt í gjárkvøldið.
Orðaskiftið og atkvøðugreiðslan var liðug um níggjutíðina í gjárkvøldið.
Undan triðju viðgerð, sum var í gjár, legði andstøðan 31 broytingaruppskot fram. Tey vórðu øll feld.
Samgongan legði um 25 broytingar fram í einum uppskoti, og tær broytingarnar vóru allar samtyktar.
Fyribils er avlopið á fíggjarlógini fyri 2022 góðar 36 milliónir kr., men uppskot um at hækka avgjaldið á bensini og diesel og at hækka vegskattin, skulu geva landskassanum 24 milliónir kr., aftrat.
So talan verður um eitt avlop uppá 60 milliónir kr., tá avtornar, sigur formaðurin í Fíggjarnevndini, Erhard Joensen.