Mildrid á Lógv bíðar enn

Mildrid á Lógv bíðar enn
Tað nærkast einum ári síðan Mildrid a Lógv varð frítikin fyri tænastu sum leiðari á Skálagarði í Klaksvík - og enn bíðar hon eftir, at málið verður endað
Mildrid á Lógv
 
03.02.2025 - 18:36

1. mai í fjør varð Mildrid á Lógv frítikin frá tænastu sum leiðari á Skálagarði í Klaksvík og send til hús. Í januar í ár varð uppsøgnin ógildað og Almannaverkið kallaði hana á fund um málið, tí hon slapp ikki aftur í starvið sum leiðari. Hon fekk bjóðað annað starv í Almannaverkinum ella eina frágaringaravtalu.

Og lítið er hent síðan.

Næstsíðsta fríggjadag boðaði Sigmund Poulsen, advokatur, vegna Mildrid á Lógv frá, at hon hvørki ynskir annað starv ella fráfaringaravtalu, men vil sleppa til arbeiðis aftur sum leiðari á Skálagarði sum skjótast, nú uppsøgnina er ógildað.

Sigmund Poulsen sigur við Kringvarpið, at tey enn ikki hava hoyrt aftur frá Almanna- og Mentamálaráðnum og eiheldur er nakað ætlanarskriv um uppsøgn komið.

Tískil situr Mildrid á Lógv enn og bíðar eftir eini avgerð. Sigmund Poulsen sigur seg hava frætt, at eitt svar kemur hesa vikuna.

Edvard Heen, stjóri á Almannaverkinum, sigur, at nú tosa advokatarnir hjá Mildrid á Lógv og Almannaverkiunum saman, og at tey vóna at koma til eina niðurstøðu í vikuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Eydna í Homrum
187257
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109