Sammóðir er ársins orð

Sammóðir er ársins orð
Dómsnevndin var samd um ársins orð, sum eisini var einasta innstillaða orðið, ið ikki hevði samband við koronufarsóttina
Ársins orð 2021
 
17.12.2021 - 09:10

Góðan Morgun Føroyar skipaði aftur í ár fyri at velja ársins orð. 

1497109

Lurtarar sendu eina rúgvu av uppskotum inn, og Málráðið valdi so 10 orð út millum tey mongu innsendu uppskotini.

Níggju av hesum orðunum høvdu onkursvegna samband við koronu-farsóttina, og 10. orðið var orðið sammóðir, sum er eitt heitt politiskt epli í løtuni.

Síðani skuldi ein dómsnevnd við trimum fólkum velja millum hesi 10 orðini, sum vóru:

Álit
Koppset(ing/a)
Koronupass
Negativur
Positivur
Prik
Sammóðir
Smitta
Smittutøl
Tilmæli

Øll trý í dómsnevndini, sum vóru Ragnar Sigrunarson, málsligur ráðgevi og samskipari í Málráðnum, Jón Brian Hvidtfeldt, formaður í felagnum Føroysk Miðlafólk, og Óluva Klettskarð, forkvinna í felagnum Føroyamál valdu orðið "sammóðir", sum sostatt er Ársins orð 2021.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Eydna í Homrum
187257
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109