10 mió. kr. afturat til koronukanningar

bannari
10 mió. kr. afturat til koronukanningar
2,5 milliónir skulu brúkast til at kanna fólk, sum koma til Føroya. Hesar kanningar byrjaðu í dag
Savnsmynd
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.12.2021 - 09:19

Landsstýrið hevur biðið løgtingið um 10 milliónir krónur aftrat til koronukanningar í ár.

2,5 milliónir skulu brúkast til at kanna fólk, sum koma til Føroya. Hesar kanningar skulu byrja í dag.

7,5 milliónir skulu brúkast til aðrar koronukanningar í Føroyum.

Hetta talið byggir á, at í miðal verða gjørdar 2.100 kanningar um dagin.

Løgtingið fer at viðgera og avgreiða uppskotið í dag. Frávik er givið frá øllum tíðarfreistum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948