Fíggjarætlanin hjá Vága kommunu 36 mió. kr. í halli

Fíggjarætlanin hjá Vága kommunu 36 mió. kr. í halli
Meginparturin av íløgunum fer til annað byggistig í skúlanum á Giljanesi
Bjarni Prior er borgarstjóri í Vága kommunu
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.11.2021 - 08:34

Skattaprosentið og barnafrádrátturin í Vága kommunu vera óbroytt næsta ár.

Skattaprosentið er 22 og barnafrádrátturin 5.500 krónur.

Býráðið í Vága kommunu samtykti einmælt í gjárkvøldið fíggjarætlanina fyri 2022.

Hallið í henni er slakar 36 mió kr.

Íløgur skulu gerast fyri 47,5 milliónir. Tað mesta fer til annað byggistig í skúlanum á Giljanesi.

Halda seg undir eina álíkning

10 mió. kr. eru settar av til útstykkingar á Heiðum í Miðvági, í Sørpum í Sandavági og í Vatnsoyrum.

Íløgurnar eru stórar, men neyðugar, sigur Bjarni Prior, borgarstjóri, og Vága kommuna heldur seg undir einari álíkning.

Inntøkurnar hjá Vága kommunu í 2022 eru mettar at verða 108,4 mió. kr.

Raksturin fer at kosta 97,1 milliónir.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109