Alt týðir upp á hvítvasking í BankNordik

bannari
Alt týðir upp á hvítvasking í BankNordik
Congo-Holdup: Joseph Kabila, fyrrverandi forseti í Kongo og tættir samstarvsfelagar hansara hava rænt hundraðtals milliónir krónur frá statskassanum. Føroyar eru uppíblandaðar
Størsti leki úr Afrika nakrantíð avdúkar, at Joseph Kabila, fyrrverandi forseti í Demokratiska Lýðveldinum Kongo, ríkaði seg sjálvan og síni við stolnum pengum. Søgurnar í lekanum hava fingið navnið Congo-Holdup. Mynd: Simon Toupet/Mediapart
 
22.11.2021 - 12:20

August 2013. Kongolesiski/belgiski vinnulívsmaðurin, Alain Wan, tekur 11 milliónir í reiðum peningi úr kontuni hjá einari fyritøku í Demokratiska Lýðveldinum Kongo, sum júst er blivin stovnað. Egal eitur fyritøkan, og Alain Wan er varastjóri og partaeigari. Kontan er í kongolesiska bankanum, BGFI, har beiggi forsetan í landinum situr í stjórasessinum. Teir høvdu bara smáar 70.000 á kontuni, tá Egal varð stovnað góðan mánað frammanundan. Men tað bilar ikki – kontan fer bara á nógvar milliónir krónur í minus.

 

Felagið hevur fingið gylta lógvatakið frá ráðandi yvirvøldini í Kongo. At kalla eingin skattur, eingin tollur, ongar útreiðslur fyrstu nógvu árini. Og nú skal samtaksveldið kring forsetan byggjast upp. Egal er fyrsta liðið. Føroyar eru næsta.

 

Stutt eftir stovningardagin hjá Egal vendir Alain Wan eygunum móti Føroyum fyri fyrstu ferð. Egal vil hava skip, FAS-skipið Saga, sum teir velja at doypa El Nino. Meira enn 20 milliónir verða um sama mundi fluttar til Føroya á kontu í BankNordik. El Nino skal skrásetast í FAS skipanini, smápartafelagið fráboðast Skrásetingini, og kontan stovnast í BankNordik. Alain Wan fær hjálp frá Anfinni Vitalis Hansen, advokati, og Jónasi Sigmarsson, stjóra á Shipping.fo.

 

Hesar milliónirnar eru bara fyrstu milliónirnar, sum fara til Føroya. Næstu árini fara nær við 100 milliónir krónur úr Kongo til Føroya frá felagnum Egal – eitt felag, sum er blivið brúkt av fólki nær við Joseph Kabila, fyrrverandi forseta í Kongo, til at ræna fleiri hundrað milliónir frá einum av fátækastu fólkunum í heiminum. Elitan kring Joseph Kabila, sum hevur gjørt ovurhondsstóra veldið kring forsetan møguligt, verður rópt Kabila-netið.

 

André Wan stendur sum stjóri í felagnum All Oceans Logistics, sum varð stovnað í september 2013. Alain Wan, pápi André, er ein av tættastu samstarvsfeløgunum hjá Joseph Kabila, fyrrverandi forseta í Kongo. 

 

Móðurfelagið við føroyskum áhugamálum

Egal var stovnað í juli 2013. Eigararnir av Egal vóru tveir løgfrøðingar við tøttum tilknýti til Joseph Kabila. Ein teirra umboðaði forsetan, tá hann eftir valsigurin í november 2011 var noyddur at fara í Hægstarættin í landinum at verja valúrslitið, sum gav honum sigurin til at halda fram sum forseti. Eitt valúrslit, sum alment er blivið kallað fyri svik. Men forsetin vann stríðið í rættinum og kundi síðani fara í gongd við at byggja sítt samtaksveldið. Tað er stutt eftir sigurin í Hægstarætti, at Egal verður stovnað.

Umframt løgfrøðingarnar tætt knýttir at Kabila eru aðrir vinnulívsmenn skrásettir sum eigarar av Egal.

 

- Albert Yuma, ein av høvuðsfíggjarmonnunum í landinum. Hann var nevndarformaður í Egal og í fyritøkuni, Texico, sum átti 65% av Egal. Gjøgnum persónligan ognarskap og ognarskap, sum hann átti gjøgnum Texico, átti Yuma 29,5 % av Egal. Albert Yuma hevði stóran týdning fyri Kabila. Hann er eitt nú nevndarformaður í fyritøkuni, Gécamine, sum staturin eigur í, og sum fæst við kopar og kobolt virksemi. Fyritøkan stendur fyri 85% av samlaða útflutninginum í Kongo.

 

- Alain Wan, varastjóri í Egal. Tað er sami maður, sum stovnar fyritøkurnar í Føroyum.

 

- Belgiski vinnulívsmaðurin, Marc Piedboeuf, stjóri í Egal frá tíðliga í 2015 (varastjóri árini frammanundan).

 

Millum sín hava Wan og Piedboeuf stýrt fleiri fyritøkum, sum hava tætt tilknýti til ella eru beinleiðis ogn hjá Kabila. Harímillum privata garðin hjá Kabila, Ferme Espoir. Aremad, ein fyritøka í Bretsku Jomfrúoyggjunum, sum hevur tilknýti til Alain Wan, átti 20% av Egal.

Wan og Piedboeuf hava ikki vilja svarað spurningum frá journalistunum, sum hava gjørt kanningararbeiðið. Teir hava víst ákærunum aftur og hava stevnt journalistum frá PPLAAF og Mediapart í Fraklandi og belgiska blaðnum, De Standaard

 

 

Risastóran stuðul frá banka nær forsetan

Bert ein mánað eftir, at Egal er stovnað og hevur fingið sær sína fyrstu kontu í BGFI bankanum í Kongo, er felagið í skuld. So stórari skuld, at eftir ein mánað er úrslitið á kontuni farið úr 70.000 krónum niður í minus 126 milliónir krónur í dagsins pengum (19.3 milliónir dollarar). Skjølini vísa, at pengarnir eru farnir til tvey endamál. Til veruligt byrjanarvirksemi í sambandi við flutning av matvørum, eitt nú at keypa útgerð og bilar, og til privat áhugamál hjá Kabila, so sum:

 

- Smáar 10 milliónir vera 26. juli sendar til Port de Ficher (fyritøka í Kabilanetinum). Pengarnir vera sendir víðari til franska skipasmiðju, sum umvældi eitt skotskt eftirlitsskip til eitt marglætisskip, sum áður er sett í samband við Kabila. Skipið – Enigma XK – verður stýrt úr Føroyum.

 

- 75 milliónir vera 13. august 2013 fluttar til fyritøkuna, Samaki. Pengarnir eru fluttir fyri fisk, tó áðrenn Egal hevur fingið ein einasta stert.

 

Tann 23. august í 2013 fær Egal sítt fyrsta lán frá BGFI bankanum. Sostatt fór botnlinjan frá at vera blóðreyð til at vera svørt aftur. Lánið var 177 milliónir krónur í dagsins pengum. Men stutt eftir er aftur galið. Í november er aftur minus – hesa ferð minus 15 milliónir. Men bert fáar dagar eftir hevur BGFI bankin aftur givið felagnum lán – hesa ferð 85 milliónir krónur. Sostatt er samlaða skuldin hjá Egal eftir bert fáum mánaðum á marknaðinum heili 262 milliónir krónur.

Við árslok er Egal nógv tann størsti skuldarin í bankanum við einari skuld, sum er tríggjar ferðir størri enn næsti skuldarin á listanum.

Hetta vísir eitt øgiligt álit frá bankanum til Egal – eina fyritøku, sum ongar royndir hevur við matvøruflutningi, og sum heldur ikki er byrjað upp á sítt aðalvirksemi.

 

 

Bankin hjá Kabila familjuni

BGFI bankin er størsti privatbankin í Miðafrika við deildum í fleiri londum. Men júst bankin í Kongo hevur tætt tilknýti til politisku yvirvaldið í landinum. Høvuðspartaeigari í bankanum er Gloria Mteyu, systir Joseph Kabila, og stjóri í bankanum er Francis Selemani, ættleiddi beiggi Kabila. Selemani vaks upp saman við Kabila familjuni í útlegd í Tanzania.

Hesi lánini, sum Egal fær frá BGFI bankanum, skapa eisini trupulleikar fyri bankan. Ein deildarleiðari í høvuðssætinum hjá BGFI bankanum – høvuðssætið er í Gabon – setir spurnartekin við avgerðina um at læna Egal so stórar upphæddir. Skjøl, sum kanningartoymið aftan fyri Congo-Holdup hava funnið fram til, vísa, at bankaleiðslan við Selemani á odda, falskaði skjøl til tess at fáa spurningarnar frá høvuðssætinum ruddaðar av vegnum.

Hesari støðuni hevur ein deildarleiðari í BGFI bankanum í Kongo, sum seinni bleiv varskógvari, Jean-Jaques Lumumba, greitt okkum frá.

- Teir vildu hava meg at falsa skjølini og flyta dagfestingina á skjølum. Eg var biðin um at koma á skrivstovuna hjá einum øðrum persóni í leiðsluni í bankanum, og bankastjórin var har, og eg fekk boð um, hvat eg skuldi skriva, sigur Lumumba, sum í dag er varskógvari og býr í Fraklandi.

Tey falsaðu skjølini vísa, at BGFI bankin í Kongo leyg fyri sínum egna høvuðssæti, og tey søgdu ósatt um, nær lánini vóru givin, og hvørjar váðametingar lógu aftanfyri.

 

Joseph Kabila sat sum forseti í Kongo frá 2001 til 2019. Sambært stjórnarskipanini í Kongo kann ein forseti einans sita í tvey skeið. Joseph Kabila skuldi av røttum leggja frá sær í 2016, men sat líka fram til 2019. Hann varð settur sum forseti í 2001, tá pápi hansara Laurent-Désiré Kabila varð myrdur. 

 

Kongolesiski Tjóðbankin bjargar støðuni

Spurningarnir økjast í tali, og Egal og BGFI bankin mugu finna upp á ráð. Hvussu skulu tey fjala ovurhondsstóru skuldina, og hvussu skulu tey verja avgerðina hjá bankanum um at lata so stóra upphædd til eina fyritøku, sum enn einki virksemi hevur at vísa á.

Jú – tey vísa til stjórnina í landinum. Í einum av falsaðu skjølunum er eitt skriv frá Egal til BGFI bankan, har Egal søkir um 262 milliónir í dagsins pengum í láni. Egal sigur, at ”skjótast gjørligt” skulu tey veita eina trygd fyri láninum, sum ger, at BGFI bankin er í tryggum hondum, og ”váðin á láninum er eingin”. Tað sæst í einum øðrum falsaðum skjali, sum Francis Selemani, bankastjóri og bróðir forsetans sendir til forvitnu leiðararnar í høvuðssætinum í Gabon, at hendan trygdin er, at ”staturin veðheldur” tí landið skal standa í skuld til Egal.

Og tað vísir seg at vera onkur sannleiki í falsaðu skjølunum.

Tí tann 29. november í 2013 koma heili 282 milliónir krónur frá Tjóðbankanum í Kongo í fýra flytingum inn á kontu hjá Egal í BGFI bankanum. Skjølini, sum kanningartoymið aftan fyri hesar avdúkingarnar hava, vísa hvørja leið pengarnir ferðaðust.

Fyrst fóru teir á kontu hjá Tjóðbankanum í størsta privata bankanum í Kongo, RawBank. Haðani fóru teir til eina nýggja kontu hjá Egal í BGFI bankanum. Kontan eitur ”infrastrukturur”.

Í lekanum sæst, at Egal brúkar pengarnar frá Tjóðbankanum til tvey ting. Egal sendir fleiri milliónir til eina fyritøku, sum er stýrd av oddafólkum í BGFI bankanum. Og restin fór til at aftur rinda skuldina í BGFI bankanum.

Tær 282 milliónirnar, sum Egal fekk ólógliga í 2013, eru ikki einastu peningainnspræningarnar, sum spurnartekn kann setast við. Í 2016 fær Egal aftur fatur á risa stórari upphædd, meira enn 200 milliónir, sum at síggja til stava frá Tjóðbankanum. Tó at, hendan peningaslóðin er ikki eins greið og tann í 2013, er søgan kring peningainnspræningina tann sama. Skuldin er ov stór, BGFI bankin endar í enn fleiri trupulleikum, og brádliga koma meira enn 200 milliónir, sum bjarga Egal og BGFI bankanum úr neyðini enn eina ferð. Flytingarnar hava onga frágreiðing og ein ógreiðan avsendara...

 

Eitt av skjølunum sum vísa, at Tjoðbankin í Kongo - Banque Centrale Du Congo, bað BGFI bankan um at fáa flutt pengar til Egal. 

 

Serstøðu frá Kabila

Egal segði seg frá byrjan vera eina alment gagnliga fyritøku. Endamálið var at minka um hungursneyðina hjá kongolesiska fólkinum. Egal setti sær málið at veita føðsluríkan, bíligan dygdarmat til marknaðin í Kongo – til fólk í einum av mest hungursraktu londunum í heiminum.

Atgongdin til matvørur hevur tí ovurhondsstóran týdning fyri teir 100 milliónir íbúgvarnar í landinum.

Í 2013 - sama árið sum Egal var stovnað - var ein lemjandi greining almannakunngjørd, sum fyritøkan, Menaa Finance í Libanon, var biðin um at gera. Fyritøkan skuldi gera eina greining av matvøruprísum í Kongo samanborið við grannalondini og gera eina meting av orsøkini. Úrslitið var skakandi – prísurin á matvørum var 50-70% hægri í Kongo enn í grannalondunum í Afrika, og høvundarnir søgdu orsøkina vera: ”Stóru innflytararnir uppføra seg sum kartel og misnýta sína ráðandi marknaðarstøðu, í og við at tey hava ræðisrættin á øllum liðum í innflutninginum av matvørum”

Av somu orsøk hevur Egal stutt eftir stovningardagin havt serrættindi í Kongo. Egal fekk skjótt stuðul frá forsetanum, Joseph Kabila, á tann hátt, at fyritøkan í stóran mun slapp undan at rinda toll, skatt og aðrar kostnaðir. Hetta segðist vera gjørt í royndini at stuðla uppundir, at maturin skuldi gerast betri og bíligari. Almenna frágreiðingin var virðilig – sterk vinnulívsfólk í Kongo vildu gera enda á ovurhondshøgu prísunum á mati, og forsetin vildi stuðla patriotisku ætlanini í kjalarvørrinum av lemjandi atfinningunum í greiningini.

Men soleiðis endaði tað ikki. Samstarvið aftan fyri Congo-Holdup kann avdúka, at prísirnir á fiski og kjøti eru farnir upp, síðani Egal var stovnað. Við árslok 2016 – fleiri ár eftir at Egal kom á marknaðin – var prísurin á fiski vaksin við 20%. Og kappingarneytar eru horvnir. Flest allir kappingarneytar hava mist fótafesti, eftir at ein fyritøka fekk so stór serrættindi frá politisku elituni. Í 2021 er framvegis ein stórur partur av fólkinum í Kongo í álvarsligari hungursneyð – ein støða, sum setir Kongo á listan yvir fátækastu londini í heiminum.

 

Kongo er trið fátækasta landi í heiminum, sambært Heimsbankanum. Í 2018 var mett, at 73% av fólkinum í Congo, áleið 60 millilónir fólk, livdu fyri minni enn 12 krónur um dagin.

 

Flyta banka í Føroyum

Varskógvarin, sum fyrstu ferð gjørdi vart við, at BGFI bankin var við til stuldurin frá kongolesiska fólkinum, Jean Jacque Lumumba, visti upprunaliga ikki, at All Ocean Logistics og restin av virkseminum í Føroyum hevði so tætt tilknýti til Kabila-netið. Hetta var annars ein upplýsing, hann bað um og hevði rætt til, sum deildarleiðari í BGFI bankanum í Kongo.

Í 2016-2017 gjørdist hann alment varskógvari og lak skjøl úr bankanum til miðlar og felagsskapir kring knøttin. Í tíðini eftir gjørdist tilveran hjá Kabila-netinum munandi torførari. Tað gjørdi hon eisini í Føroyum, tí nú noyddist Kabila-netið at flyta banka.

Í einum telduposti á vári 2019, sum samstarvið aftan fyri avdúkingarnar hevur sæð, er greitt, at felagið, Sp/F Sandá, skal hava kontu í Betri Banka. Ein fyritøka, sum kanska ikki vakti eins stóran ans, tí á pappírinum er Jónas Sigmarsson stjóri í felagnum.

All Ocean Logistics var høvuðsæðrin í shippingvirkseminum hjá Kabila-netinum, men eftir avdúkingarnar í Lumumbaskjølunum skuldi eitt nýtt felag taka sær av virkseminum. Sp/Sandá, sum Jónas Sigmarsson er stjóri í.

Í teldupostinum stendur:

 

Hey øll,

 

Sum tit vita frá Jónasi, so hava vit stovnað eitt nýtt felag við nýggjari kontu at brúka, heldur enn hana hjá AOL.

 

Konturnar hjá AOL verða stongdar í dag, og peningurin fluttur á kontu hjá Sandá í Betri Banka.”

 

 

Vit vita ikki, um Kabila-netið brúkti kontuna í Betri Banka, ella hvussu stórar nøgdir eru fluttar til tann bankan. Tað, sum vit vita, er, at eftir avdúkingarnar hjá Lumumba var Kabila-netið tvingað til at broyta sítt virksemi – ikki bara í Føroyum, men í fleiri londum, har tey vóru virkin.

- Vit fingu at vita, at All Ocean Logistics var ein samstarvspartnari hjá Egal. Men tað vísur seg, at tað eru tey somu fólkini, sum ganga aftur í Egal og í All Ocean Logistics. Tá er talan um tætt tilknýti millum feløgini, og tíverri eru sterkar ábendingar um, at Føroyar eru nýttar til hvítvasking av stolnum pengum frá kongolesiska fólkinum, sigur Jean-Jacque Lumumba.

 

Føroyar í sjóneykuni frá byrjan

Hví stovnaðu tríggir kongolesar fyritøku í Føroyum? Hvaðani kemur hugskotið, tá tríggir mans tætt knýttir at Joseph Kabila, fyrrverandi forseta í Kongo, hugsa um Tórshavn sum heimstaðin fyri sítt shipping virksemi, upprunaliga? Teir spurningarnir fáa vit neyvan nakrantíð greitt svar uppá.

Men eitt liggur í øllum førum nær at hugsa sær – Føroyar vóru hugsaðar inn í høvuðsætlanirnar hjá Kabila-netinum av fyrstan tíð.

Í september 2013 var fyrsta felagið hjá Kabila-netinum formliga stovnað í Føroyum. Felagið Sp/F All Ocean Logistics, sum seinni broytti navn til Sp/F El Nino. Tá hugsað verður um, at allarstørsti parturin av pengunum, sum All Ocean Logistics fær á sína kontu í BankNordik úr BGFI bankanum í Kongo gjøgnum árini stava frá fyritøkuni, Egal, er tað merkisvert, at Egal verður stovnað bert stutt frammanundan, at All Ocean Logistics verður skrásett. Og stutt eftir hendir fyrsti skrásetti stuldurin av fólksins pengum.

Í alt hava vit funnið fram til smáar 100 milliónir krónur, sum Egal hevur flutt til Føroya frá 2013 til 2016. Samlað eru smáar 120 milliónir krónur farnar úr feløgum í Kabila-netinum frá 2013 til 2017.

Her sæst ein av mongu flytingunum til Føroya frá Egal - Entreprise General D'Alimentation. Hendan á 2 milliónir dollarar, sendar tann 25 august 2014.

 

Tøgn frá øllum síðum

Tað er eingin ivi um, at Egal virkar í kriminella universinum, eins og í veruliga flutninginum av mati. Men tað er júst í grásonuni millum lógligt og ólógligt, at hvítvasking gongur fyri seg. Og hyggja vit at pengunum, sum fara til Føroya frá 2013 til 2017, er bróðurparturin frá júst Egal.

Miðskeiðis í oktober í ár sendi samstarvið aftan fyri Congo-Holdup eina ørgrynnu av spurningum til Egal. Egal svaraði við álopi á sínari almennu Twitter kontu og kallaði spurningarnar og samstarvið aftan fyri avdúkingarnar fyri ”mafiosu líknandi atburð”.

Heldur ikki BankNordik hevur viljað svarað okkum. Í fleiri umførum hava vit skrivliga og munnliga sett leiðsluni í BankNordik spurningar, men tey vilja ikki svara, vísandi til tagnarskylduna hjá bankanum.

Shipping.fo vísir aftur, at Shipping.fo er partur av hvítvasking.

Shipping.fo er tænastuveitari í altjóða shipping-vinnuni og rekur ikki skip. Vit hava ongantíð varnast ólógilig viðurskifti í sambandi við okkara tænastuveitingar til feløgini hjá belgisku feðgunum, Andre Wan, Alain Wan, junior, og Alain Wan, senior. Í mun til Wan-familjuna er Shipping.fo einans tænastuveitari, og felagið hevur onga ávirkan á skiparakstur og annað virksemi hjá Wan-familjuni, skrivar Jónas Sigmarsson í skrivligum svari til Kringvarpið. Hann vil ikki gera samrøðu um málið.

 

 

Eftir stendur spurningurin – er hetta hvítvasking gjøgnum føroyskar bankar? Hyggja vit eftir siðbundnu lýsingini av, hvat hvítvasking av pengum er, passar tað at síggja til sum fótur í hosu á tí, sum er farið fram: ”at fjala upprunan av pengum, sum eru fingnir til vega ólógliga, oftast við at flyta pening til útlendskar bankar ella til lógligt virksemi

Kann nøkur onnur frágreiðing vera? Hevur BankNordik verið brúkt til hvítvasking, og hevur bankin røkt sínar skyldur til lítar? Hetta eru spurningar, sum BankNordik ikki vil svara...

 

 

 

Høvundar: 

Barbara Holm, Uni Holm Johannesen og Jan Lamhauge

 

Viðvirkað til greinina: 

Daniel Balint-Kurti, PPLAAF og Yann Philippin, Mediapart. 

 

Congo-Holdup er eitt samstarv millum 100 journalistar kring knøttin. Mediapart og PPLAAF hava tikið stig til stóra samstarvið. Sí meira um tað aðrastaðni á síðuni. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. november
Lesikrókurin 24 nov 2024
184113
Mánadag 25. november
Morgunlestur mánadagur 25.november 2024
184104
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982