Andrias Olsen nýggjur stjóri í Føroyahúsinum

Andrias Olsen nýggjur stjóri í Føroyahúsinum
Nýggi stjórin hevur útbúgving í tónleikavísindum frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn
Andrias Olsen tekur við stjórastarvinum í Føroyahúsinum 1. juni.
 
01.05.2025 - 11:20

Føroyahúsið í Keypmannahavn hevur fingið nýggjan stjóra.

Hann eitur Andrias Olsen.

Hann tekur við starvinum 1. juni.

Andrias Olsen er 31 ár og er úr Havn.

Andrias Olsen hevur útbúgving í tónleikavísindum frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn.

Eftir lokna útbúgving hevur Andrias arbeitt sum kaféleiðari og tónleikalærari í einum fólkaskúla.

Hann er eisini tónleikari í Keypmannahavn.

Sissal Kampmann hevur verið stjóri í Føroyahúsinum síðani 1. august 2019.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114