Sjúkrahúsverkið 11 milliónir í avlopi í fjør

Sjúkrahúsverkið 11 milliónir í avlopi í fjør
Serliga hevði kontan hjá viðgerðum uttanlands stórt avlop, hóast metnógvir sjúklingar vóru sendir uttanlands til viðgerðar
11.658 innleggingar vóru á sjúkrahúsunum í fjør.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.05.2025 - 09:37

Sjúkrahúsverkið hevði 11,2 milliónir krónur í avlopi í fjør.

Játtanin var ein milliard og 150 milliónir krónur.

Serliga hevði kontan hjá viðgerðum uttanlands stórt avlop, hóast metnógvir sjúklingar vóru sendir uttanlands til viðgerðar. Teir vóru 3.034.

Innleggingarnar vóru 12.300 í fjør.

11.000 viðgerðir vóru á skaðastovunum.

 

1.137 ársverk

1.137 ársverk eru í Sjúkrahúsverkinum.

Sjúkrahúsini hava lagt virksemið hjá sær til rættis soleiðis, at bíðilistarnir eru styttir.

Játtanin til at stytta teir var 4,25 mió. kr.

Og bíðilistarnir vóru styttir 1.372 fólk.

 

Hesi eru virksemistølini fyri í fjør (sí talvu)

Mynd: Sjúkrahúsverkið

Greinin er dagførd klokkan 13.15

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114