
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fáa nógvan svartkjaft í føroyskum sjógvi
Fáa nógvan svartkjaft í føroyskum sjógvi
Higartil hava føroysku skipini boðað frá 189.000 tonsum, og tey útlendsku hava fiskað 281.000 tons

Føroysku uppsjóvarskipini hava higartil fiskað 189.000 tons av svartkjafti. (Savnsmynd)
01.05.2025 - 10:12
Uppsjóvarskipini fáa nógvan svartkjaft í føroyskum sjógvi í løtuni.
Higartil hava føroysku skipini boðað frá 189.000 tonsum, upplýsir Vørn.
Tey útlendsku hava fiskað 281.000 tons.
Høgaberg landar 3150 tons av svartkjafti til Havsbrún í vikuni. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Ísland hevur fiskað 154.000 tons, Russland 63.000 tons, Noreg 55.000 og Grønland 8.600 tons.
Í gjár fekk eitt føroyst skip 930 tons og eitt annað 790 tons av svartkjafti.
Hesa vikuna hevur Havsbrún boðað frá sjey landingum.
Katrin Jóhanna hevur 1750 tons av svartkjafti, Ango 1000 tons, Høgaberg 3150 tons, Finnur Fríði 2950 tons, Borgarin 2400 tons, Arctic Voyager 1900 tons og Norðingur hevur 1800 tons av svartkjafti.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV