Stórur partur av heimaflotanum liggur í løtuni

Stórur partur av heimaflotanum liggur í løtuni
Hóast streymurin er góður, er veðrið ikki av tí besta, so nógvur útróður verður ikki í vikuni, skrivar Fiskamarknaðurin
Hóast streymurin er góður, er veðrið ikki av tí besta, so nógvur útróður verður ikki í vikuni, skrivar Fiskamarknaðurin
Mynd: Savnsmynd  
 
25.10.2021 - 08:16

Nógv skip og nógvir bátar í heimaflotanum liggja í løtuni, skrivaði Fiskamarknaðurin fríggjadagin.

Eitt línuskip er við Ísland, og eitt er undir Føroyum.

Allir trolbátarnir liggja.

 

Garnaskip hava vánaligt fiskarí

Tvey garnaskip fiska svartkalva og hava vánaligt fiskarí. 

Hjá garnaskipinum, sum fiskar havtasku, er fiskaríið brúkiligt.

Flestu frystilínuskipini eru úti.

Annar djúpvatnstrolarin fiskar svartkalva, hin liggur við bryggju. 

 

Góður streymur - keðiligt veður

Hóast streymurin er góður, er veðrið ikki av tí besta, so nógvur útróður verður ikki í vikuni.

Partrolararnir eru teir flestu úti. 

Teir fiska upsa og hava nakað av hjáveiðu. 

Fiskaríið hjá teimum er smáligt, segði Fiskamarknaðurin fríggjadagin, tá hann metti um viku 43, sum er vikan, sum byrjaði á midnátt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463