Politisk lokalfeløg krevja at norðoyingar og vágafólk sleppa ókeypis

Politisk lokalfeløg krevja at norðoyingar og vágafólk sleppa ókeypis
Vágatunnilin og Norðoyatunnilin skulu gerast partur av landsvegakervinum, so tað verður ókeypis at koyra gjøgnum tunlarnar. Tað krevja lokalfeløgini hjá samgonguflokkunum
Mynd: Savnsmynd  
 
24.10.2021 - 09:23

Lokalfeløgini hjá Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum í Norðoyggjum og Vágum, umframt valfelagið hjá Miðflokkinum í Norðoyggjum krevja nú, at partafeløgini sum reka Vágatunnilin og Norðoyatunnilin verða tikin av beinanvegin.

Tunlarnir skulu so leggjast í landsvegakervið, halda tey fimm feløgini.

Tað merkir, at tað skal vera ókeypis at koyra.

 

Bummgjald kemur ikki upp á tal

Tað er kjakið síðstu dagarnar um ein komandi Suðuroyartunnil, og hvussu hesin skal fíggjast, sum fær tey fimm lokalfeløgini at reagera.

Eitt uppskot er at leggja allar undirsjóvartunlar í sama felag, og so skal bummgjald í øllum tunlum vera við til at fíggja stóru íløguna í Suðuroyartunnil.

Men tað kemur ikki uppá tal, sambært teimum fimm lokalfeløgunum í Vágum og Norðoyggjum.

 

Tunnilsfeløg skulu takast av

Feløgini mæla sínum løgtingslimum til at krevja, at p/f Vágatunnilin og p/f Norðoyatunnilin verða tikin av beinanvegin. Og so vilja feløgini eisini hava, at lógaruppskotini um innkomuveg til Tórshavn og Fámjinstunnilin verða útsett, til tunnilsfeløgini eru strikað.

Sum kunnugt eru Føroyar eitt valdømi. Men samgongupolitikarar við bústaði í Norðoyggjum eru Jákup Mikkelsen, Beinir Johannesen, Frimodt Rasmussen og Steffan Klein Poulsen, meðan Rósa Samuelsen býr í Vágum, har formaðurin í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen, eisini býr.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109