Søkja aftur eftir deildarleiðara til Veðurstovuna

Søkja aftur eftir deildarleiðara til Veðurstovuna
Ov fáar umsóknir komu, sigur Vørn
Veðurstovan heldur til í bygninginum hjá veðurstøðini í Havn. Starvið sum deildarleiðari er lýst leyst av nýggjum.
 
21.10.2021 - 11:40

Søkt verður nú av nýggjum eftir deildarleiðara til Veðurstovu Føroya. Tað hevur Vørn gjørt av, tí ov fáar umsóknir komu inn. 

Freistin at søkja starvið var úti 11. oktober, men hvussu nógvar umsóknir komu inn, vil Vørn ikki upplýsa.

Í lýsingini stóð, at deildarleiðarin á Veðurstovuni skal saman við stjóranum á Vørn mynda stovnin og hava leiðsluábyrgd av starvsfólkum og øllum virkseminum á Veðurstovuni.

Tað er ikki neyðugt at hava útbúgving sum veðurfrøðingur fyri at søkja starvið. Í lýsingini stóð, at umsøkjarar skulu hava útbúgving frá hægri lærustovni í náttúruvísindum ella onkrum, sum líkist teimum.

Freistin er 8. november

Nú verður lýst av nýggjum, og freistin at søkja er 8. november.

Alix Rasmussen, veðurfrøðingur og formaður í veðurmenningarbólkinum, harmast um, at ov fáar umsóknir komu inn. Hann sigur tó, at arbeiðið hjá Veðurstovuni heldur fram eftir ætlan.

Tveir veðurfrøðingar vórðu settir í starv í summar, og 1. november yvirtekur Veðurstova Føroya 5-daga verðurforsagnirnar frá danska veðurstovninum, DMI.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Týsdag 4. februar
Kvinnur í ítrótti (5:6)
187317
Týsdag 4. februar
Kvinnur í ítrótti (4:6)
187316
Týsdag 4. februar
Kvinnur í ítrótti (3:6)
187315
Týsdag 4. februar
Kvinnur í ítrótti (2:6)
187314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109