Hond í hond: Tóra sang okkum aftur til Seoul

Hond í hond: Tóra sang okkum aftur til Seoul
Í 1988 fóru fýra føroyingar til Seoul at svimja ímóti heimsins bestu. Tóra við Keldu var ein teirra, og á Ítróttafagnaðinum sang hon OL-lagið, Hond í hond, sum hon hevur týtt
04.02.2025 - 14:11

Katrin Johansen, Tóra við Keldu, Christina Næss og Jóhan Samuelsen.

Á Ítróttafagnaðinum 2024 hoyrdu vit hugtakandi søguna um, hvussu tey fýra fóru til paralympisku leikirnar í Seoul í 1988 at svimja fyri Føroyar ímóti heimsins bestu.

Í innslagnum siga Katrin Dagbjartsdóttir (fyrr Johansen, red.) og venjarin Aksel Haraldsen frá, hvussu tey fluttu mørkini fyri, hvat føroyskur ítróttur og íðkarar kundu røkka við miðvísum arbeiði og rættari venjing. 

Tey høvdu ikki minni enn eitt gull, trý silvur og trý bronsuheiðursmerki heim aftur við til Føroya.

 

Tóra sang okkum aftur til Seoul

Yngsti svimjarin í ferðalagnum til Suðurkorea var bert 14 ára gamla Tóra við Keldu úr Klaksvík. 

Á Ítróttafagnaðinum 1. februar sang hon OL-lagið frá 1988. Á enskum kallaðist sangurin "Hand in hand". Tóra við Keldu hevði týtt sangin til høvið.  

 

Hond í hond

Sært tú eldin loga bjart,
og merk, at hjørtu sameind sláa lið um lið.
Her er løtan at seta mál.
Vit vita, tað er nú, vit skulu liva –
tú og eg.

Rætt mær tína hond –
yvir oyggjar, lond.
Saman gera heimin vakrari til tín og mín.
Vilja knýta bond
rætta vinarhond.
Berja niður tað, sum er ímillum teg og meg.
Hond í hond.


Tá vit saman geva alt
og merkja eldin hita kropp og sinni.
Hevja fagnarhendur høgt,
og løtan kveikir hug at liva saman –
tú og eg.

(Brúgv) Berja niður – hond í hond – tað, sum skilir. Hond í hond – berja niður mørk.

Koreana - lag til summarleikirnir í Seoul 1988.
Lag: Giorgio Moroder
Orð: Tom Whitlock
Koreansk orð: Kim Moon-hwan
Týtt: Tóra við Keldu

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (5:6)
187317
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (4:6)
187316
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (3:6)
187315
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (2:6)
187314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109