- Tíðindi, mentan og ítróttur
Málið var ikki avgreitt í gjár
Málið var ikki avgreitt í gjár
Tann eini drongurin, sum er ákærdur í málinum um brotnan húsfrið, fekk ikki møtt í rættinum, og hann hevði lógligt forfall
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
04.02.2025 - 11:18
Rættarmálið um brotnan húsfrið bleiv ikki avgreitt í gjár.
Fimm dreingir eru ákærdir fyri at bróta húsfriðin, og onkur eisini fyri herverk.
Sambært ákæruritunum vóru dreingirnir inni í Glasi á náttartíð í apríl í 2022.
Onkur teirra er eisini ákærdur fyri herverk - fyri at bróta ein stórskíggja.
Men tann eini drongurin fekk ikki komið í rættin í gjár. Hann hevði lógligt forfall.
Dreingirnir játta seg ikki sekar, men teir játta at hava verið í Glasi aprílnáttina í 2022, sum er nevnd í ákæruritinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV