
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, er ikki samdur við samgongufelagan, Bjarna Hammer, um at ætlaða lógarbroytingin at loyva uppsjóvarskipum at landa helvtina av veiðuni uttanlands, hóttir føroysk virkir og arbeiðsmegi.
Dennis Holm sigur, at hagtøl fyri landingar uttanlands vísa, at føroysku virkini eru kappingarfør.
Sambært uppskotinum um broytingar í sjófeingislógini er ætlanin at hækka markið hjá uppsjóvarskipum at landa uttanlands úr 15 upp í 50 prosent.
Bjarni Hammer sigur, at hetta fer at hava við sær, at føroysk skip fara at landa meira uttanlands, og tað fer at raka føroysk virki og føroyska arbeiðsmegi.
Men hesum vísir landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum aftur.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: