- Tíðindi, mentan og ítróttur
Á Breddanum: Føroyar og ES-limaskapur
Á Breddanum: Føroyar og ES-limaskapur
Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, mælir aftur til, at Føroyar fara upp í ES, og tað hevur elvt til kjak
04.02.2025 - 09:03
Føroyar eiga at fara upp í ES.
Tað heldur Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin.
Hann hevur sagt tað fyrr.
Og nú hann enn einaferð alment vísir á, at hann heldur, at limaskapur í ES er tað rættasta fyri Føroyar, elvir tað til politiskt kjak.
Hesi trý fara at skifta orð um føroyskan ES-limaskap í Breddanum fyrrapartin.
Kunnu og skulu Føroyar verða verandi uttan fyri ríka marknaðin og stóra politiska felagsskapin í Evropa, verður spurt í sendingini í dag.
Orðaskifti verður eisini í útvarpsstovuni millum tríggjar limir í uttanlandsnevndini - Anniku Olsen í Tjóðveldi, Bárð á Steig Nielsen í Sambandsflokkinum og Sólvit Nolsø í Framsókn.
Breddin í útvarpinum og á kvf.fo klokkan 10.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV