- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýtt fongsul fer at kosta 233 mió. kr.
Tríggir møguleikar eru at byggja út í Mjørkadali, og ein møguleiki er at byggja nýtt fongsul og varðhald í Føroyum.
Tað sigur arbeiðsbólkurin, sum kannaði umstøðurnar hjá teimum, sum sita í Mjørkadali.
Í Mjørkadali eru uppskot um at umbyggja og brúka allan bygningin, ella at brúka eitt rúm afturat har, bilhúsið.
Uppskot um nýtt fongsul
Arbeiðsbólkurin bað Alex Poulsen Arkitekter gera uppskot um nýtt fongsul og varðhald til 30 fólk tætt við Havnina, har sum veðrið ikki er ein so stór avbjóðing.
Í Mjørkadali eru 14 pláss.
Byggingin fer at taka fýra ár og verður í fyrsta lagi liðug í 2026. Hon fer at kosta 232,6 mió. kr. Tá er grundstykkið ikki talt við.
Talan er um 3.200 fermetrar.