- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kriminalforsorgin: Betri samstarv við myndugleikar í Føroyum
Betri samstarv skal vera millum Kriminalforsorgina og myndugleikarnar í Føroyum um leyslatnar fangar.
Kriminalforsorgin skal seta seg í samband við Almannaverkið um, hvussu hetta arbeiðið skal gerast.
Føroyski-danski arbeiðsbólkurin, sum var settur fyrst í ár at greina Kriminalforsorgina í Føroyum, hevur latið frá sær greiningina.
Hon viðger fyrst og fremst, hvussu fólk, sum vera dømd inn at sita, skulu fáa betri umstøður í Føroyum.
Fjølbroyttari tilboð
Millum annað verður mælt til, at landsstýrið og danska mentamálaráðið samráðast um størri fjølbroytni í tilboðunum um útbúgving og arbeiði í varðhaldinum í Mjørkadali.
Eisini mælir bólkurin til at kanna, um serligt hús kann gerast til leyslatin at búgva í beint eftir, at tey eru latin leys. Slík hús vera brúkt til at slúsa fólk út aftur í samfelagið, beina tey á rætta leið.
Kriminalforsorgin hevur sjey slík hús í Danmark, men einki í Føroyum. Kriminalforsorgin tosar við Bláa kross um slíkan møguleika í Føroyum.
Í løtuni er tó ikki brúk fyri slíkum húsi í Føroyum, heldur arbeiðsbólkurin.
Í arbeiðsbólkinum vóru umboð fyri landsstýrið, danska løgmálaráðið, Kriminalforsorgina í Danmark og í Føroyum og politiið í Føroyum.
Bólkurin hevði níggju fundir, frá 5.februar til 13.september.