Kongsberg: Drap við hvøssum vápni

Kongsberg: Drap við hvøssum vápni
Gerningsmaðurin brúkti fyrst boga og píl, men seinni brúkti hann eitt hvast vápn at drepa við
Løgreglan kannar bústaðin hjá 37 ára gamla manninum, sum er skuldsettur fyri at hava dripið fimm fólk í Kongsberg.
Mynd: RitzauScanpix  
 
19.10.2021 - 13:53

Norska løgreglan upplýsti á tíðindafundi í gjár, at álopið í Kongsberg var framt við einum hvøssum vápni og ikki við boga og píli, sum áður sagt.

Gerningsmaðurin drap fimm fólk og særdi trý í miðbýnum í norska býnum Kongsberg í síðstu viku.

60 vitni eru avhoyrd í málinum.

Sambært løgregluni, hevði 37 ára gamli maðurin í fyrsta umfari skotið við boga og píli inni í einum matvøruhandli, men eftir tað legði hann bogan frá sær og brúkti í staðin eitt hvast vápn til at drepa við.

Særdur løgreglumaður ávaraði

Ein løgreglumaður, sum hevði frí, varð raktur av einum píli, og hevði við pílinum í bakinum ávarað fólk uttanfyri um, hvat hendi.

Síðani flýddi gerningsmaðurin frá staðnum og leyp á fólk í nærumhvørvinum við hvøssum vápni.

- Tað hendi bæði í privatum heimum og á almennum støðum. Tað tykist sum offrini eru tilvildarliga útvald, segði Per Thomas Omholt, løgregluovasti, á tíðindafundinum í gjár.

Sálarsjúka helst orsøkin

Eingin greið orsøk er til álopið, og løgreglan sigur, at sálarlig sjúka helst er orsøkin.

37 ára gamli maðurin hevur fyrr upplýst, at hann var umvendur til islam, men sambært løgregluni, er tað ikki satt.

- Hann hevur tosað alment um tað, men hevur ikki gjørt tað, segði Omholt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. november
Morgunlestur leygardagur 30.november 2024
184109
Fríggjadag 29. november
Vikuskiftið 29 nov 2024
184410
Fríggjadag 29. november
Breddin: Fráflyting og altingsval
184380
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. november
3-2
184417
Fríggjadag 29. november
Veðrið
184408
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254