Landstreymur sparir nógva olju

Landstreymur sparir nógva olju
Íslendskt uppsjóvarskip brúkti streym úr landi at køla fiskin, pumpa hann í land og til aðra streymnýtslu umborð
Vilhelm Þorsteinsson er annað nýggja uppsjóvarskipið í Íslandi, sum hava útgerð at fáa streym úr landi.
Mynd: Samherji.is  
 
07.09.2021 - 10:37

Tá øll uppsjóvarskipini, sum landa á Norðfjørðinum í Íslandi, brúka landstreym, ber til at spara 300.000 litrar av olju um árið. 

Tá Vilhelm Þorsteinsson landaði á Norðfjørðinum hósdagin, brúkti hann streym úr landi til at køla fiskin, pumpa hann í land og til aðra streymnýtslu umborð.

Skipið brúkti landstreymin í staðin fyri egnar maskinur, og spardi tí olju, sum harafturat er innflutt.

Streymurin er íslendskuró

7,4 mió. kr.

Tvey tey nýggjastu uppsjóvarskipini í Íslandi hava útgerð til at taka streym úr landi.

Byrjað varð longu í 2013 at fyrireika landstreymin til uppsjóvarskip.

Verkætlanin kostar 7,4 mió. kr. í okkara pengum.

Landstreymur sparir nógva olju. (Mynd: Samherji.is)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463