- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroysk feløg kunnu fáa danskt CVR-tal og MitID Erhverv
Føroysk feløg kunnu nú fáa danskt CVR-tal og MitID Erhverv.
Tað hevur Skráseting Føroya fingið í lag saman við donskum myndugleikum.
Við einum CVR-tali kunnu feløg fáa MitID Erhverv, sum gevur atgongd til at nýta tænastur hjá donskum stovnum og myndugleikum og samskifta við teir.
Tað hevur higartil ikki verið gjørligt.
Hava danskan bústað
Skrásetingin vísir á, at føroyska felagið skal kunna vísa á ein danskan bústað hjá einum ikki ábyrgdandi vinnuligum umboði fyri felagið.
Hetta kann til dømis vera eitt advokatfelag ella eitt grannskoðaravirki.
Vísast kann ikki til ein privatan bústað.
Hvussu feløg skulu bera seg at við fáa CVR-tal og MitID Erhverv, sæst á heimasíðuni hjá Skrásetingini.