- Tíðindi, mentan og ítróttur
18 færri akfør í januar
18 færri akfør í januar
Bilsølan minkar framvegis

Fyrsta mánaðin í ár vóru 46 nýggj akfør skrásett. (Savnsmynd)
06.02.2025 - 08:22
Talið av nýggjum aktørum, ið eru skrásett í Føroyum í januar í ár, eru minkað rættiliga nógv samanborið við januar í fjør.
Fyrsta mánaðin í ár vóru 46 nýggj akfør skrásett.
Tað upplýsir Akstovan.
Í fjør var talið 64. Tað eru 18 akfør færri, sum svarar til 28 prosent minking.
Eisini talið av innfluttum brúktum bilum er minkað. 16 í ár samanborið við 33 í januar í fjør. Minkingin er 51 prosent.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV