Arbeiðsgevarar: Minni lønarskatt og fleiri tænastugjøld

Arbeiðsgevarar: Minni lønarskatt og fleiri tænastugjøld
Arbeiðsgevarafelagið mælir til, at vinnupolitikkurin verður endurskoðaður og lagaður til dagsins samfelag
Vinnan eigur at vita, hvørjar karmar, hon hevur í nógv ár í framtíðini, sigur Føroya arbeiðsgevarafelag.
 
07.09.2021 - 09:08

Minni lønarskatt og fleiri tænastugjøld.

Tað er uppskriftin hjá Føroya arbeiðsgevarafelag til ein betri vinnupolitikk.

Felagið mælir framvegis til, at vinnupolitikkurin verður endurskoðaður og lagaður til dagsins samfelag. 

Vinnupolitikkurin eigur at taka støði í nútíðini og framtíðar avbjóðingum hjá vinnu og samfelagi.

Fleiri tænastugjøld

Føroya arbeiðsgevarafelag vil eisini hava eina øðrvísi og kappingarføra skatta- og avgjaldsskipan.

Felagið vil hava minni lønarskatt og fleiri tænastugjøld, umframt handilsavtalur og fiskivinnuavtalur við onnur lond enn tey, sum Føroyar longu hava avtalur við.

Vinnan eigur at vita, hvørjar karmar, hon hevur í nógv ár í framtíðini, sigur Føroya arbeiðsgevarafelag í ársfrágreiðingini fyri 2020. 

Nevndirnar óbroyttar

Nevndirnar í tveimum arbeiðsgevarafeløgum eru tær somu eftir aðalfundirnar herfyri.

Allir, sum stóðu fyri vali, vórðu afturvaldir á aðalfundunum.

Í nevndini í Føroya arbeiðsgevarafelag eru Bogi Jacobsen, formaður, Høgni Hansen, næstformaður, Kristoffur Laksá, Jóhanna á Bergi, Fróði Magnussen, Jens Meinhard Rasmussen, Odd Eliasen, Jón Sigurdsson og Árni Ellefsen.

Í nevndini hjá Arbeiðsgevarafelagnum hjá fíggjarstovnum í Føroyum eru Jean Djurhuus, sum er formaður, Árni Ellefsen og Marner Mortensen.


 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463