Nógv asfaltarbeiði í fjør

Nógv asfaltarbeiði í fjør
Meirnýtslan hjá Landsverki til asfaltering í fjør var tvær milliónir kr., tí nógvar akuttar íløgur máttu gerast í asfalt- og skervvirkið
Nógv virksemi var á asfalt- og skervvirkinum hjá Landsverki í fjør. M.a. skuldi Eysturoyartunnilin asfalterast.
 
31.08.2021 - 09:13

Asfaltið hjá landinum er aftur í frágreiðingini hjá Landsgrannskoðanini um frávik millum játtan og nýtslu í 2020.

Í desember 2019 vórðu játtaðar 7,5 milliónir krónur til asfalt- og skervvirkið hjá Landsverki.

1,2 milliónir blivu brúktar í 2019.

6,3 milliónir blivu fluttar til 2020 og brúktar tá umframt tvær milliónir, sum eru meirnýtsla.

Eingin játtan var annars í fíggjarlógini fyri 2020.

Akuttar íløgur

Landsgrannskoðanin hevur fingið at vita frá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, at Landsverk sigur, at nógvar akuttar íløgur máttu gerast, so framleiðslan ikki steðgaði

Nógv virksemi var, eitt nú skuldi Eysturoyartunnilin asfalterast.

Landsverk væntar eins og undanfarin ár, at hesin peningur verður afturgoldin í rakstrinum komandi árini, so íløgan tilsamans endar í null.

Landsgrannskoðanin vísir her á, at loyvt er ikki at fíggja meirnýtslu í einari játtan við minninýtslu í einari aðrari játtan. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 6. mars
Foytar greyðir 2025
188766
Hósdag 6. mars
Morgunkórið - teknmálstulkað
188729
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717