Eingin almennur bygningur seldur

Eingin almennur bygningur seldur
Í fjør væntaði landið at fáa fimm milliónir kr. fyri seldar bygningar
Landið væntaði at selja bygningur fyri fimm milliónir í fjør, men eingin bygningur varð seldur.
 
31.08.2021 - 08:35

Eingin bygningur hjá tí almenna varð seldur í fjør, hóast fimm milliónir krónur stóðu í fíggjarlógini sum inntøka av seldum bygningum.

Løgtingsgrannskoðararnir hava áður víst á, at sølujáttanin á fíggjarlógini skal vera veruleikakend, og tí tekur Fíggjarmálaráðið undir við.

Í frágreiðingini hjá Landsgrannskoðanini um frávik millum játtan og nýtslu stendur, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálnum sigur, at í 2020 og aftur í 2021 er inntøkujáttanin frá seldum bygningum fimm mió.kr., sum hann metir vera veruleikakend, hóast eingin bygningur varð seldur í 2020.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823