Rigga oljuvirksemi av fyri 150 mia. kr.

Rigga oljuvirksemi av fyri 150 mia. kr.
Ætlanin er at kanna, um Føroyar eisini kunnu verða partur av hesum virksemi
Umsetningurin at rigga oljuvirksemi av næstu tíggju árini verður mettur til 150 mia. kr.
 
24.08.2021 - 08:39

Sjóvinnufelagið fer nú at kanna, um avrigging kann gerast ein vinnuvegur í Føroyum.

Avrigging er burturbeining av gamlari oljuútgerð og undistøðukervi, eitt nú rørleiðinginar og oljupallum, sum hava tænt fyri seg.

Vinnuhúsið skrivar, at avrigging í oljuvinnuni fer at umseta fyri meira enn 150 mia. krónur næstu tíggju árini.

Varðveita náttúru og umhvørvi

Sambært Vinnuhúsinum, heldur Sjóvinnufelagið, at tað kundi verið áhugavert at kanna, um eisini Føroyar kunnu gerast partur av hesum virksemi, har endamálið er at varðveita náttúruna og umhvørvi, samstundis sum tilfarið frá gomlum pallum og útbúnaði á havbotinum kann endurnýtast.

Í Hetlandi eru tey longu farin undir hetta virksemið.

Tað er Føroya Oljuídnaðarbólkur, sum skal standa fyri at gera kanningina, og hon skal vera liðug í seinnu helvt av 2022.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463