Hava fiskað 55.000 tons av makrelkvotuni

Hava fiskað 55.000 tons av makrelkvotuni
Í løtuni eru skipini í altjóða sjógvi, beint norðan fyri føroyska markið
Makrelkvotan í ár er 167.000 tons, og higartil eru 55.000 tons fiskað.
 
24.08.2021 - 10:10

Til á midnátt fríggjadagin vóru fiskað 55.000 tons av føroysku makrelkvotuni, helvt um helvt í føroyskum sjógvi og altjóða sjógvi.

Føroyska makrelkvotan er 167.000 tons í ár.

Í løtuni eru skipini í altjóða sjógvi, beint norðan fyri føroyska markið.

Sleppa ikki í norskan sjógv

Føroysku skipini sleppa ikki enn í norskan sjógv, tí kunngerðin um atgongd í norskan sjógv er ikki lýst enn.

Føroyar og Noreg gjørdu 16. juli avtalu um makrelin í norskum sjógvi og í føroyskum sjógvi. 

Við avtaluni fingu Føroyar møguleikan at fiska helmingin av føroysku makrelkvotuni í ár í norskum sjógvi. Talan er um 83.524 tons.

Og Noreg fekk rætt til at fiska somu nøgd í føroyskum sjógvi. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463