Líka nógvur fiskur útfluttur í ár sum í fjør

Líka nógvur fiskur útfluttur í ár sum í fjør
Føroyar útfluttu fisk fyri slakar fýra milliardir krónur, 3,9 milliardir, fyrra hálvárið. Og tað er tað sama sum í fjør, sigur Hagstovan
Góð 260.000 tons av fiski vórður útflutt í fyrra hálvári í fjør. Í ár eru tonsini góð 200.000.
 
21.08.2021 - 15:52

Føroyar útfluttu fisk fyri slakar fýra milliardir krónur, 3,9 milliardir, fyrra hálvárið. Og tað er tað sama sum í fjør, sigur Hagstovan.

Alt í alt var útflutningurin 4,1 milliard, sum eru 140 milliónir krónur minni enn fyrra hálvár í fjør, tí færri skip eru seld av landinum í ár.

Nógv minni makrelur er við í tølunum fyri 2021 enn í 2020.

10.000 tons og 100 mió. kr. í ár. Í fjør vóru tonsini 36.000 og milliónirnar 420. 

Men svartkjaftur, sild og laksur gera, at útflutningstølini samanumtikið ikki eru minni í ár.

Botnfiskurin er minkaður í ár, toskur og upsi bæði í tonsum og í krónum.

Men meira hýsa er útflutt. Prísurin er lægri enn í fjør. Tí tað sama fekst fyri hýsuna fyrra hálvár í ár sum í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369