Suðuroyartunnilin: Nógvar kanningar eftir at gera

Suðuroyartunnilin: Nógvar kanningar eftir at gera
Enn er ov tíðliga at siga, um tað verður koyrandi í tunlinum í 2030, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður
Enn er ógreitt, nær klárt verður at bora Suðuroyartunnilin, men miðað verður eftir, at síðstu forkanningarnar og fyrireikingarnar verða gjørdar næsta ár.
 
16.08.2021 - 14:50

Politiska ætlanin er, at tað verður koyrandi í Suðuroyartunlinum í 2030. Men enn er ov tíðliga at siga við vissu, um tann ætlanin heldur.

Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum, sum hevur svarað einum fyrispurningi frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu.

Jørgen Niclasen sigur, at enn er støða ikki tikin til, nær flokkarnir verða kallaðir saman at viðgera verkætlanina um Suðuroyartunnilin. Fleiri viðurskifti kunnu illa viðgerast, fyrr enn fleiri forkanningar og fyrireikingar eru gjørdar, og ein trygdarmeting er gjørd av tunlinum.

Undankanningarnar og fyrireikingarnar í sambandi við Suðuroyartunnilin ganga eftir ætlan. Kanningarnar eru ikki liðugt greinaðar enn. Neyðugt verður at kanna úrslitini betur og at kanna úrslitini frá jarðfrøðiligu kanningunum í fjør og í ár saman.

Búskaparligi parturin

Arbeitt verður eisini við at kanna búskaparliga partin av verkætlanini við samfelagsligum-, kostnyttu- og CO2-greiningum. Ætlanin er eisini at kanna møguligar fíggingarleistir. Í sambandi við tunnilin er eisini neyðugt at gera eina trygdarmeting (váðameting), náttúru- og fornfrøðikanningar, og ætlan er eisini at byrja tað arbeiðið í ár, sigur Jørgen Niclasen.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum.

Tað ber ikki til at siga við vissu, nær klárt verður at bora Suðuroyartunnilin. Tað veldst um kanningarnar, sum eru eftir at gera, og hvussu tað fera at ganga at fíggja verkætlanina og at projektera tunnilin.

Fimm milliónir kr. eru settar av til forkanningar og fyrireikingar, og landsstýrið hevur á langtíðarløguætlanini sett 100 milliónir. kr. av um árið frá 2025 til partafelagið, ið eftir ætlan skal standa fyri verkætlanini, sigur Jørgen Niclasen í svarinum til Sirið Stenberg.

Sirið Stenberg, løgtingskvinna, hevur spurt um Suðuroyartunnilin.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. november
Morgunlestur leygardagur 30.november 2024
184109
Fríggjadag 29. november
Vikuskiftið 29 nov 2024
184410
Fríggjadag 29. november
Breddin: Fráflyting og altingsval
184380
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. november
3-2
184417
Fríggjadag 29. november
Veðrið
184408
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254