- Tíðindi, mentan og ítróttur
3,5 mió. kr. til koronuátøk

Biðið verður um pengar nú fyri at hava pengar tøkar til virksemið, sum eitur farsóttartilbúgving.
Higartil í ár eru brúktar 1,2 mió. kr. til sóttarhaldsstøð.
Mett verður, at brúk er fyri 2,3 milliónum afturat.
Kanningar, ráðgeving og lýsingar
Til kanningar og annað, sum eru gjørd fyri at avmarka smittuna eru brúktar um 600.000 kr. higartil, men brúk er fyri 600.000 kr. afturat.
Fyrisitingin hjá læknum og ráðgeva, og lýsingar um koppseting og annað virksemi er økt.
Væntandi kostar hetta eina millión krónur afturat í ár. Higartil eru 400.000 kr. í útreiðslum bókaðar.
Virksemið hjá Løgmansskrivstovuni, TAKS og Arbeiðseftirlitinum hevur higartil kostað 1,1 mió. kr. Brúk er fyri 800.000 krónum afturat.
Landsstýrismenninir í fíggjarmálum og í heilsumálum og landslæknin eru boðsendir á fundin hjá Fíggjarnevndini fyrrapartin.