- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sendimaðurin finnast millum aðrar umsøkjarar

Umsøkjarar, sum í fjør vórðu ov stuttir til starvið sum føroyskur sendiharri í Ísrael, fáa nú ein kjans afturat.
Men tey, sum ikki søktu tá - sleppa ikki uppí part.
Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, hevur gjørt av at finna nýggja sendiharran millum tey, sum í fjør vórðu innstillað til starvið, tó uttan at fáa tað.
Tá nýggja sendiharrastarvið varð lýst leyst at søkja í fjør, varð John Rajani mettur at vera besta boðið, og hann tók formliga við sum sendimaður Føroya í Ísrael 1. desember.
24 fólk søktu starvið, 20 menn og 4 kvinnur.
Men longu 29. juni í ár - sjey mánaðir seinni - kundi Løgmansskrivstovan boða frá, at John Rajani verður nýggjur løgmansstjóri eftir Marjuna Hanusardóttir, ið fer frá fyri aldur.
Við Vágaportalin sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, at hann nú fer at finna nýggja sendiharran í Ísrael millum tey, sum vórðu innstillað í fjør, men ikki fingu starvið.
-Nýggi sendimaðurin verður kunngjørdur fyrst í næstu viku, sigur Jenis av Rana við Vágaportalin.
Landsstýrismaðurin leggur afturat, at viðkomandi sum nú varð spurdur, hevur givið játtandi svar.