- Tíðindi, mentan og ítróttur
Verjumálaráðharrin kemur á vitjan 30. august
Verjumálaráðharrin kemur á vitjan 30. august
Ætlaða vitjanin hjá danska verjumálaráðharranum, Trine Bramsen, sum skuldi vera í juni, verður 30. august

Mynd: savnsmynd
09.07.2021 - 10:37
Danski verjumálaráðharrin, Trine Bramsen, kemur til Føroya 30.august.
Hon skuldi koma 16.juni, men flogfarið hjá donsku verjuni fekk ikki sett seg í Vágum.
Trine Bramsen og Jenis av Rana, landsstýrismaður, skulu tosa um verju- og trygdarmál og ikki minst um møguligan lofteftirlitsradara í Føroyum.
Ætlanin er eisini at fara á Sornfelli.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV