G! festivalurin avlýstur

G! festivalurin avlýstur
Tað verður heldur eingin G! festivalur í ár, váttar Sigvør Laksá G!-stjóri fyri útvarpinum, nú G! fær endurgoldið útreiðslurnar frá landskassanum
 
08.07.2021 - 17:46

Bert eina viku áðrenn, at G! festivalurin skuldi byrja, hava fyriskipararnir valt at avlýsa festivalin. 

Tað váttar Sigvør Laksá, G!-stjóri, fyri útvarpinum. 

Avlýsingin kemur eftir at løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, í dag alment hevur sagt, at landsstýrið er sinnað at endurrinda útreiðslur hjá tónleikafestivalum eftir sama leisti sum í fjør, um festivalarnir avlýsa teirra tiltøk í sambandi við almennu tilmæilni um at fyribyrgja koronasmittuni.

>>HOYR SAMRØÐUNA VIÐ BÁRÐ Á STEIG NIELSEN, LØGMANN

Í Gøtu vóru fyrireikingarnar annars fult í gongd, men nú mugu øll bíðað eitt ár afturat. 

Sigvør Laksá, G!-stjóri, harmast støðuna. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. mars
Undansending: Føroyar - Niðurlond
189119
Mikudag 12. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189087
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035