Útbyggingar av smoltstøðum fingið góðkenning

Útbyggingar av smoltstøðum fingið góðkenning
Umhvørvisstovan hevur dagført umhvørvisgóðkenningarnar hjá smoltstøðunum hjá Bakkafrost Farming í Glyvradali og á Norðtoftum, nú báðar verða útbygdar
 
02.07.2021 - 07:18

Smoltstøðirnar hjá Bakkafrost Farming í Glyvradali og á Norðtoftum hava fingið dagførdar umhvørvisgóðkenningarnar í sambandi við útbyggingar

Støðirnar hava vatnreinsiskipanir, so vatnið verður endurnýtt.

Dentur er lagdur á, at skarn og fóðurrestir ikki gera, at tilfar hópast upp á botni ella elva til aðra sjónliga dálking á staðnum. 

Bakkafrost Farming skal kanna botnin við munnan á spillvatnsútleiðingini. 

Avgerðin hjá Umhvørvisstovuni kann kærast til landsstýrismannin í umhvørvismálum. 

Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. 

Kærufreistin er til 3.august.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948