- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fyrsta vitjan hjá Føroyanevndini síðani 2018
Fyrsta vitjan hjá Føroyanevndini síðani 2018
Endamálið við hesum ferðum er at hitta politikarar, embætisfólk og vinnulívsfólk í Føroyum fyri at vita, hvat hendir her.

30.06.2021 - 08:35
Føroyanevndin hjá fólkatinginum kemur til Føroya í september.
Dagarnir 20. til 23.september eru settir av til ferðina.
Føroyanevndin plagar at vera her annað hvørt ár, men seinast, hon var í Føroyum, var í 2018.
Tá vóru 14 fólk í ferðalagnum, 11 politikarar og trý embætisfólk.
Endamálið við hesum ferðum er at hitta politikarar, embætisfólk og vinnulívsfólk í Føroyum fyri at vita, hvat hendir her.
29 fólkatingslimir eru í Føroyanevndini.
Edmund Joensen er formaður og Sjúrður Skaale næstformaður.
Fíggjarætlanin fyri ferðina í september er 150.000 kr.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV