Læraraútbúgvingin verður nú eftirmett

Læraraútbúgvingin verður nú eftirmett
Ein serfrøðingabólkur skal nú, eftir boðum frá landsstýrismanninum í útbúgvingarmálum, eftirmeta læraraútbúgvingina og aðrar námsvísindaligar útbúgvingar
 
29.06.2021 - 07:54

Arbeiðssetningur er gjørdur, og uttanhýsis serfrøðingabólkur er við at verða mannaður.

Serfrøðingabólkurin fer til verka beint eftir summarfrítíðina, og kemur væntandi at halda fram til vit nærkast sumri í 2022. Tá handar serfrøðingabólkurin eina skriftliga frágreiðing við niðurstøðum og tilmælum.

Talan er um læraraútbúgvingina, sum skal eftirmetast.

Men ikki bara hon, heldur umfatar eftirmetingin alla Námsvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum.

Námsfrøðingaútbúgvingin verður eisini eftirmett.

Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur svarað spurningi frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu, sum spurdi um læraraútbúgvingina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 6. mars
Foytar greyðir 2025
188766
Hósdag 6. mars
Morgunkórið - teknmálstulkað
188729
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717