Nýggi løgmansstjórin kunngjørdur í vikuni

Nýggi løgmansstjórin kunngjørdur í vikuni
Kunngjørt verður nú í vikuni, hvør verður næsti løgmansstjórin. Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
 
28.06.2021 - 11:19

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, fekk innstillingina til nýggja løgmansstjóran frá setanarbólkinum fríggjakvøldið, og kunngjørt verður nú í vikuni, hvør verður næsti løgmansstjórin.

Løgmaður vil ikki siga, hvussu nógv eru innstillað, annað enn, at tey eru fleiri enn ein.

Bárður á Steig Nielsen sigur, at hann fer fyrsta dagin at kunngera, hvør er vorðin løgmansstjóri.

 

10 umsóknir til starvið

Tíggju umsóknir vóru til starvið sum løgmansstjóri, sjey menn og tríggjar kvinnur.

Tann, sum fær starvið, tekur við eftir Marjuna Hanusardóttur, sum gevst í summar.

Hon hevur verið løgmanstjóri, síðani starvið byrjaði 1.august í 1996.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 6. mars
Foytar greyðir 2025
188766
Hósdag 6. mars
Morgunkórið - teknmálstulkað
188729
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717