- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eiga at lata tinglýsingarportalin aftur fyribils

Nú tinglýsingarskjøl eru talgilt atkomilig hjá øllum, er komið fram, at persónsupplýsingar, sum eru trúnaðarupplýsingar, eru at finna millum upplýsingarnar.
Talan er millum annað um p-tøl og upplýsingar um sundurbýtið av ognum í sambandi við hjúnarskilnað. Upplýsingar sum innistandandi peningur, partabrøv, passupplýsingar, pensjónsupplýsingar og annað er alment atkomiligt.
- Hetta er sera álvarsamt brot á verju av persónsupplýsingum, heldur tingkvinnan.
SÍGGJ EISINI: NÓGV AT SNEYTA Í Á TINGLÝSINGINI
Ólógligt og trygdarbrot
Tað eru eisini fólk sjálvi, sum hava latið hesar upplýsingarnar inn í samband við tinglýsing.
Dátueftirlitið hevur hinvegin sagt, at tað er ólógligt og trygdarbrot, tá ein myndugleiki leggur p-tøl hjá fólki alment út.
- Tað var ongantíð ætlanin, at persónsupplýsingar av hesum slag skuldu gerast almennir, sigur Sirið Stenberg.
Stjórin á Umhvørvisstovuni segði fyrr í vikuni, at tey hava í tilgongdini roynt at strika so nógvar upplýsingar sum tilber.
SÍGGJ EISINI: P-TØL LØGD Á BLIK
Talan er um fleiri enn 100 túsund skjøl, og tað var ómøguligt at strika alt. Valt varð tí at lata upp, so fólk kundu boða frá, hvørji p-tøl o.a. framvegis vóru atkomilig.
- Men tey hava ikki givið loyvi til, at upplýsingarnir skulu vera almennir, minnir Sirið Stenberg á.
- Eg skal ikki siga, at Umhvørvisstovan er dumpað í hesum málinum, men stovnurin kann bøta um skaðan við lata heimasíðuna aftur og lata upp aftur, tá ið hon er klár, sigur hon.