- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tríggir menn tiknir fyri harðskap
Tríggir menn tiknir fyri harðskap
Ein maður varð stungin við knívi, og annar harðskapur varð eisini framdur. Grundlógaravhoyring verður seinnapartin

Politiið fekk boð um hálvgum tólv tíðina í gjárkvøldið um rok í einari íbúð í J.C. Svabosgøtu í Havn.
24.06.2021 - 09:44
Politiið tók tríggjar menn fyri harðskap seint í gjárkvøldið.
Politiið fekk boð kl.23.20 um rok í einari íbúð í J.C. Svabosgøtu í Havn.
Ein maður varð stungin við knívi, og annar harðskapur varð eisini framdur.
Teir, sum vórðu tiknir, eru skuldsettir fyri at hava framt harðskapin, og harðskapurin varð framdur móti teimum.
Ikki í lívsvanda
Tann, sum varð stungin, varð stungin eina ferð, og hann var ikki í lívsvanda, sigur Heri Andreassen, leiðari á Kanningardeildini hjá politinum.
Menninir eru í tretivunum og í fjørutinum.
Seinnapartin verður grundlógaravhoyring um málið í Føroya rætti.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV