Eingi landafrøðilig atlit, tá makrelkvotur verða latnar

Eingi landafrøðilig atlit, tá makrelkvotur verða latnar
Ein partur verður settur av til vinnuligar royndir, og tá ber til hjá persónum og feløgum um alt landið at søkja, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum
Tróndur í Gøtu á fiskileið. Meginparturin av tí, sum makrelkvotan er vaksin, verður latin í sama lutfalli millum skipabólkarnar, sum makrelkvotan hevur verið latin eftir seinastu árini.
 
23.06.2021 - 14:40

Makrelkvotur verða ikki grundaðar á landafrøðiligt atlit.

Undanfarna samgonga brúkti hetta atlitið, tá menningarkvotur vórðu latnar, men verandi samgonga hevur tikið ta skipanina av.

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, í svari til Páll á Reynatúgvu, løgtingsmann, sum spurdi, hvat grundarlag verður brúkt at býta út tey 60.000 tonsini, sum makrelkvotan er vaksin.

Hann spurdi eisini, um landsstýrismaðurin ætlar at luta út kvotur til fiskivinnuverkætlanir í Sandoynni, Norðstreymi og Suðurstreymi, nú kvotaparturin hækkar.

Vinnuligar royndir og verkætlanir

Jacob Vestergaard sigur, at hann hevur gjørt av, at meginparturin av tí, sum makrelkvotan er vaksin, verður latin í sama lutfalli millum skipabólkarnar, sum makrelkvotan hevur verið latin eftir seinastu árini.

Ein partur verður sambært sjófeingislógini tó settur av til vinnuligar royndir og verkætlanir, bæði til skipakeyp og ískoytiskvotur til rakstur av verandi skipum.

Tað ber til hjá persónum og feløgum um alt landið, á jøvnum føti, at søkja um at fáa burtur av hesum partinum av makrelkvotuni, sigur Jacob vestergaard í svarinum til Páll á Reynatúgvu.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 6. mars
Foytar greyðir 2025
188766
Hósdag 6. mars
Morgunkórið - teknmálstulkað
188729
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717