- Tíðindi, mentan og ítróttur
Semingsuppskotið er góðtikið og verkfallið av

- Okkara mál við samráðingum hesaferð, hevur verið at fáa menniskjaligt haldføri inn í námsfrøðiliga arbeiðið. Eitt haldføri, sum skal tryggja námsfrøðiliga góðsku til teir borgarar og børnini, sum limir okkara eru um. Hetta semingsuppskotið er eitt stig á leiðini, hóast vit viðganga, at nakað er eftir á mál, sigur Pedagogfelagið.
Semjan tryggjar øllum limum eina lønarhækking við nøkrum broytingum í skalagongdunum. Semingsuppskotið er nakað út um karmin, sum arbeiðsgevarin hevði lagt, áðrenn samráðingarnar byrjaðu.
Nú semja er gjørd um nýggjan sáttmála, verða øll stríðsstig avblást, skrivar Pedagogfelagið.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur í kvøld, at hann góðtekur tað fíggjarliga í sáttmálanum.
- Eg eri fegin um, at vit fingu loyst hesa trætuna, og at tað fíggjarliga hongur saman, og at Pedagogfelagið hevur fingið nøkur av sínum aftrat við í sáttmálan, segði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, beint eftir at hann hevði skrivað undir sáttmálan.
Meira verður at frætta í tíðindunum í morgin.
