Uppskotið farið í rættarnevndina

Uppskotið farið í rættarnevndina
Tingfundur verður aftur seinnapartin mánadagin
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, eigur lógaruppskotið um undantøk í Almannaverkinum, tá verkfall er.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.06.2021 - 14:52

Fyrsta viðgerð av uppskotinum hjá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni, um undantøk til Almannaverkið var liðug fyri løtu síðani, og uppskotið er beint í rættarnevndina.

Viðgerðin byrjaði nakað eftir klokkan 10 fyrrapartin. 

Christian Andreasen, formaður í rættarnevndini, segði við útvarpið á middegi, at rættarnevndin fer at hava fund mánamorgunin, har innkallingar eisini verða.

Løgtingsfundur er lýstur at verða klokkan 16 mánadagin. Framløga er á skránni, og tá fer rættarnevndin væntandi at leggja fram álit.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 6. mars
Foytar greyðir 2025
188766
Hósdag 6. mars
Morgunkórið - teknmálstulkað
188729
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717