- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tingið viðger uppskotið um inntriv í dag

Sambært dagsskránni hjá løgtinginum, fær uppskotið hjá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni, um at leingja sáttmálarnar hjá Pedagogfelagnum um ávís størv hjá Almannaverkinum, fyrstu viðgerð í dag klokkan tíggju.
Tá verður mótmælistiltak uttan fyri Tinghúsið.
Fakfeløgini hava fund klokkan níggju.
Í gjár boðaði Pedagogfelagið frá, at allir limir felagsins fara alt fyri eitt aftur til arbeiðis, um Helgi Abrahamsen tekur aftur lógaruppskotið hjá sær.
Felagið beyð sær til seta verkfallið í bíðistøðu.
Helgi Abrahamsen segði í gjár, at hann hevur ikki samráðingarnar undir hond, og kann tí ikki noyða nakran aftur til samráðingarborðið.
Men hann legði afturat, at um partarnir taka samráðingarnar upp aftur fyri tingfundin í dag, vil hann biðja løgtingsformannin um at útseta viðgerðina, sum er á skránni í dag.