- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vitjanin hjá verjumálaráðharranum avlýst
Vitjanin hjá verjumálaráðharranum avlýst
Ikki er upplýst, nær Trine Bramsen so kemur til Føroya

Líkindi vóru ikki hjá flogfarinum hjá donsku verjuni at seta seg í Vágum í gjár, og tí er vitjanin hjá Trine Bramsen, verjumálaráðharra, avlýst
17.06.2021 - 08:41
Vitjanin hjá danska verjumálaráðharranum, Trine Bramsen, í Føroyum er avlýst.
Líkindi vóru ikki hjá flogfarinum hjá donsku verjuni at seta seg í Vágum seinnapartin í gjár.
Trine Bramsen og Jenis av Rana, landsstýrismaður, skuldu hava fund um verju- og trygdarmál, um NATO toppfundin, sum var herfyri, og ikki minst um møguligan lofteftirlitsradara í Føroyum.
Umframt fundin í Tinganesi ætlaðu tey at fara niðan á Sornfelli.
Ikki er upplýst, nær Trine Bramsen so kemur til Føroya.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV