- Tíðindi, mentan og ítróttur
Børn fáa rætt til bæði mammu og pápa

Uppskot er gjørt um føroyska foreldramyndugleikalóg.
Galdandi lóg í Føroyum um foreldramyndugleika og samveru er donsk. Hon er frá 2007, men broytingar eru gjørdar seinni, seinast í 2018.
Nú er málsøkið yvirtikið, og í samgonguskjalinum er ásett, at foreldramyndugleikalógin skal endurskoðast.
Rætt til mammu og pápa
Sambært uppskotinum um nýggja lóg fáa børn rætt til bæði mammu og pápa.
Ógift foreldur fáa betri møguleikar at fáa felags foreldramyndugleika. Myndugleikar fáa heimild at taka avgerð um felags foreldramyndugleika.
Avgerð kann takast um bústaðin hjá barninum. Við tí fáa foreldrini betri møguleikar at varðveita felags foreldramyndugleika.
Ásetingarnar um samveru eru nágreinaðar og víðkaðar millum annað soleiðis, at samvera kann ásetast við onnur, sum barnið er knýtt at, enn foreldur.
65 síður
Eisini er ásett í lógaruppskotinum, at samveruforeldrið hevur rætt til sjálvvirkandi viðbótarsamveru fyri mista samveru, um bústaðarforeldur hevur forðað samveru uttan haldgóða orsøk.
Lógaruppskotið og viðmerkingarnar eru drúgvar, 65 síður.
Men hoyringarfreistin er eisini óvanliga long, hon er til 13.august.
Ætlanin er, at lógin skal koma í gildi á nýggjárinum.