- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trine og Jenis fund um verju- og trygdarmál
Trine og Jenis fund um verju- og trygdarmál
Fundur verður í Tinganesi í morgin
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/jenis_og_trine.jpg?itok=a0qUAaCa)
Trine Bramsen, verjumálaráðharri, kemur til Føroya í dag, og í morgin fara hon og Jenis av Rana, landsstýrismaður, at hava fund, m.a. um eftirlitsradaran á Sornfelli
16.06.2021 - 08:57
Í dag kemur danski verjumálaráðharrin, Trine Bramsen, til Føroya.
Í morgin hittast hon og Jenis av Rana, landsstýrismaður, á fundi um verju- og trygdarmál, NATO toppfundin og ein møguligan lofteftirlitsradara í Føroyum.
Umframt fundin í Tinganesi verður farið niðan á Sornfelli.
Landsstýrið eigur Sornfelli, og har eru í løtuni 32 leigumál, sum Landsverk umsitur.
Á middegi í morgin hava Jenis av Rana og Trine Bramsen tíðindafund.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV