Ísrael ætlar at fólk skulu fara sjálvboðin úr Gasa

Ísrael ætlar at fólk skulu fara sjálvboðin úr Gasa
Ísraelski verjumálaráðharrin heldur, at lond, sum hava viðurkent Palestina sum sjálvstøðugt ríki, hava skyldu at taka ímóti fólki úr Gasageiranum
Ísraelski herurin fyrireikar ætlan um, at fólk sjálvboðin kunnu fara Gasageiranum.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
06.02.2025 - 11:39

Ætlanin hjá Donaldi Trump um at yvirtaka Gazageiran hevur loypt hvøkk á allan heimin, men í Ísrael fegnast ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu.

Ísraelska verjan, IDF, skal nú hava fingið boð um at fyrireika eina ætlan um, hvussu fólk í Gasageiranum sjálvboðin kunnu fáast úr økinum.

Tað skriva m.a. miðlarnir Times of Israel, The Jerusalem Post og Ynet, sum vísa til fráboðanina frá ísraelska verjumálaráðharranum, Israel Katz.

- Fólkið í Gasa skal hava frítt at fara og frælsi at flyta, soleiðis sum reglurnar eru allastaðni í heiminum, sigur Israel Katz.

 

Israel Katz er ísraelskur verjumálaráðharri.

 

Kunnu fara til Noregs, Spania og Írlands

Ísraelski verjumálaráðharrin skjýtur upp, at fólk í Gasageiranum kunnu ferðast til lond sum Noreg, Spania og Írland, sum øll "eru komin við skeivum skuldsetingum" móti Ísrael orsakað av krígnum við Hamas.

Hesi trý londini viðurkendu í 2024 Palestina sum sjálvstøðugt ríki.

Katz heldur, at hesi londini hava lógarbundna skyldu at taka ímóti fólki úr Gasa, og nevnir haraftrat Kanada, tí landið áður hevur "víst vilja til at loyva tilflyting."

- Teirra hykl verður avdúkað, um teir nokta at gera tað, sigur Israel Katz, sum samstundis rósti ætlanini hjá Trump at yvirtaka Gasa.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. apríl
Góðan morgun Føroyar
190533
Hósdag 10. apríl
Brot úr Føroya søgu
190532
Mikudag 9. apríl
Mono - Passions Just Like Mine (4:5)
190509
Týsdag 8. apríl
LEITISSTEIN 08.04.2025 (Hettarher)
190455
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. apríl
Undansending: Føroyar - Litava
190512
Týsdag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190454
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447
Týsdag 8. apríl
Fótbóltur: Føroyar - Gibraltar
190450