- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sambandsfelag mælir frá at leggja uppí

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, hevur ikki fulla undirtøku í sínum egna flokki, nú hann er á veg í tingið við uppskoti um undantøkini hjá Almannaverkinum, meðan Pedagogfelagið er í verkfalli.
Vága sambandsfelag mælir frá, at løgtingið longu nú fer upp í málið.
Felagið heldur, at samráðingarmøguleikin fyrst skal troytast heilt og fult.
Jørgen eigur at fáa tænastuboð
Vága sambandsfelag heitir á Bárð á Steig Nielsen, løgmann, um at geva Jørgini Niclasen tænastuboð um, at Lønardeildin skal taka uppaftur samráðingar við Pedagogfelagið, møguliga við hjálp frá Semingsstovninum.
Hesar samráðingar skulu ikki slítast, fyrr enn partarnir eru samdir um eina loysn.
Felagið heitir eisini á Pedagogfelagið um at geva fleiri undantøk. Og sambandsfólk í Vágum biðja løgmann geva Helga Abrahamsen boð um ikki at leggja fram uppskotið um undantøk.