- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fakfeløg: Tingið einki at gera í sáttmálatrætu

Nú gera fakfeløg á privata arbeiðsmarknaðinum eisini vart við seg í sambandi við ósemjuna millum Pedagogfelagið og Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.
Samtak, sum Føroya arbeiðarafelag, Føroya fiskimannafelag, Klaksvíkar arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar arbeiðskvinnufelag hava, sigur í yvirlýsing, at løgtingið hevur einki at gera í eini sáttmálatrætu.
Leggur løgtingið seg út í málið, hevur tað brotið allar mannagongdir, allar lógir og allan rætt, sum eru og eiga at vera í einum frælsum samráðingum.
Loysnir skulu finnast við samráðingarborðið.
Vil landsstýrið hava fleiri fólk til arbeiðis, meðan verkfall er, ber eitt nú til at seta fleiri tænastumannastørv, sigur Samtak.
Samtak sigur eisini, at megnar landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ikki sína uppgávu, sum er at samráðast um nýggjan sáttmála, eigur løgmaður at lata onnur í landsstýrinum finna loysnirnar.